Ís-dagur fríggjadagin

Fríggjadagur er vanliga bommdagur í Húsinum - tað merkir, at børnini sleppa at keypa bomm í lítlu kioskini hjá okkum.

Fríggjadagin hava vit avgjørt at vit seta eisini softicemaskinuna til, so tá ber til at keypa softice í kioskini.

Ísurin kostar 10,- kr, um tú ert limur og 15,- kr, um tú ikki ert limur.

Byrjar:
27.10.2023 - KL. 13:00
Endar:
27.10.2023 - KL. 23:59

Komandi tiltøk

16 september
2025
Vitjan úr Lettlandi - børn
Í dag fáa vit vitjan úr Lettlandi. Tað koma 8 umboð frá Marup at vitja okkum og forvitnast um, hvat vit gera her. Vit fara at fortelja teimum ymiskt og so fer ANUA eisini at spæla 3 løg fyri teimum á pallinum kl. 16.30 - tit eru sjálvandi vælkomin at vera við til tað:) Vit vóna at síggja nógv børn,…
17 september
2025
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
17 september
2025
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…